Land og kommunur hava felags áhuga í einum ábyrgdarfullum og miðvísum fíggjarpolitikki.
Búskaparráðið vísir í síni nýggjastu frágreiðing enn einaferð á tað óheppna í at føra ein konjunktur-viðgangandi politikk. Íløguætlanirnar hjá landi og kommunum fyri 2016 og 2017 eru víðfevndar og fara at seta so nógva ferð á búskapin, at vandi av álvara er fyri, at vit ikki megna at rætta upp, tá fyrsti mótburður rakar okkum aftur.
Søguliga hava vit havt stór sveiggj í føroyska búskapinum. Førdi fíggjarpolitikkurin hevur tíverri gjørt sítt til, at sveiggini hava verið óneyðuga stór. Í góðum tíðum hava vit, umframt stóran vøkstur í almennu rakstrarútreiðslunum, við risa íløgum hitað búskapin nógv meiri enn gott er. Tá tíðirnar skifta, ber illa til at halda sama útreiðslustig og so má sparast. Tað merkja tey harðast, sum frammanundan eru illa fyri og hvørs livibreyð er tengt at almennum tænastum. Búskaparfrøðingar vísa á, at tann vælferð, eitt samfelag missir í lágkonjunkturi, langt frá verður vunnin innaftur í hákonjunturi. Tað merkir, at jú størri sveiggj, vit hava, jú lægri búskaparvøkstur hava vit uppá longri sikt. Tøl frá hagstovuni vísa haraftrat ein greiðan samanhang millum arbeiðsloysi og nettofráflyting úr Føroyum. Vit missa sostatt hóp av fólki, hvørja ferð tíðirnar versna. Fólk, sum bert í avmarkaðan mun flyta heimaftur í góðum tíðum. Omaná kemur so tann veruleikin, at føroyski búskapurin er so nær tengdur náttúrutilfeingi, sum í sær sjálvum gevur skiftandi inntøkur.
Vit hava í Føroyum, um nakrastaðni, tørv á støðugum búskaparvøkstri. Aftur og aftur verða vit mint á, at føroyski búskapurin er ikki haldførur uppá longri sikt. Heilt einfalt, vaksa almennu útreiðslurnar skjótari enn inntøkurnar komandi árini. Vit koma ikki uttan um nýskipanir, men ein konjuntur-viðgangandi fíggjarpolitikkur við lægri búskaparvøkstri leggur stein omaná byrðu.
Framsókn legði á vári 2011 fram uppskot til samtyktar um konjunkturjavningarlóg. Uppskotið varð sum so væl móttikið, men fall við tí grundgeving, at tað tá enn ikki var eydnast at fáa allar táttir í játtanarlógini frá 2009 at virka fult út. Meirilutin metti tí, at tað var ikki rætt longu tá, at seta nýggjar reglur í gildi. ??ll framkomin lond hava annars sett í gildi regluverk kring almenna fíggjarpolitikkin. Regluverkini eru ymiskt samansett, men meginreglan er, at landsins skiftandi leiðslur halda seg til nakrar reglur, ið tryggja ein fíggjarpolitikk, sum er konjuktur mótgangandi heldur enn viðgangandi. Tað er i góðum tíðum, at vit skulu stýra soleiðis, at vit í ringum tíðum ikki verða rakt so meint ??? hvørja ferð.
Kommunubúskapurin má við.
Alt bendir á, at vit eru í hákonjunkturi í løtuni. Ynski og krøv um øktar útreiðslur innan almennan geiran leggja stórt trýst á politisku skipanina. Hyggja vit at samlaðu íløgunum hjá landi og kommunum, standa kommunurnar fyri einum alsamt størri parti. Hetta er lutvís ein avleiðing av, at kommunurnar yvirtóku eldraøkið, eitt økið sum krevur leypandi íløgur. Men tað er samtíðis púra greitt, at tað gevur onga meining at tosa um konjunkturjavnandi fíggjarpolitikk, uttan at taka kommunurnar við. Skulu vit tosa um ein skilagóðan búskaparpolitikk, so ber ikki til, at helmingurin av føroyska búskapinum liggur uttanfyri landsbúskapin og har livur sítt egna lív. Ein ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur krevur, at útreiðslu- og íløgukarmar fyri land og kommunur verða samskipaðir og hugsaðir í einum samlaðum búskaparligum høpi.
Samgongan hevur sett sær fyri at reka ein ábyrgdarfullan og miðvísan fíggjarpolitikk. Frá at hava hall á landsins fíggjarlóg í átta ár á rað, er tað eydnast at hava avlop á fíggjarlógini fyri 2016. Aðalmálini eru haldføri, sjálvbjargni og at fíggjarpolitikkurin minkar sveiggini í búskapinum.
Ruth Vang
Tingkvinna fyri Framsókn og forkvinna í Løgtingsins fíggjarnevnd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald