Politikkur

Umboð fyri 32 sendistovur til Føroya

...

2015-05-17 22:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Umboð fyri 32 ymiskar sendistovur í Keypmannahavn koma til Føroya í morgin.

Løgmaður er vertur fyri vitjanini.

Millum sendistovurnar, ið hava umboð við til Føroya, eru USA, Kina, Kanada, Pakistan, Korea, Vjetnam og Ísrael.

Skráin í Føroyum er umfatandi.

Á vitjanini skulu umboð fyri sendistovurnar millum annað vitja Løgtingið, Vinnuhúsið, Bakkafrost, Listasavnið, Klaksvíkar kommunu, Ferðaráðið og Ríkisumboðið.

Umboðini fyri sendistovurnar fara av landinum aftur mikudagin, tað skrivar www.tinganes.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder