Politikkur

Um upprudding í Føroyingahavnini og útróðraplássum í Grønlandi

...

2016-12-06 11:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Svar løgmans uppá fyrisp. nr. 21/2016 eftir tingsk. § 52a frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni um upprudding í Føroyingahavnini og útróðrarplássum, føroyingar nýttu í Grønlandi.

Løgtingið

Tinghúsvegur 1-3

100 Tórshavn

Svar

uppá

skrivligan fyrispurning nr. 21/2016 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni um upprudding í Føroyingarhavnini og útróðrarplássum, føroyingar nýttu í Grønlandi

Fyrispurningurin var soljóðandi:

1. Hvat er hent síðan ríkisfundin, har løgmaður í miðlunum ger greitt, at tilgongdin at rudda upp í Føroyingahavnini er byrjað?

2. Arbeiðið kann blíva sera umfatandi. Hvat er gjørt, hvat skal gerast, hvat er metti kostnaðurin, verður føroysk arbeiðsmegi nýtt, og nær kann væntast, at arbeiðið verður liðugt?

3. Eru eigaraviðurskiftini greið, at tað eru almennu Føroyar, sum einsamallar hava ábyrgdina av uppruddingini?

Svar:

Til 1. Eftir at løgmaður vitjaði á Nordafar støðini í Føroyingahavnini í apríl í ár, hevur ein stýrisbólkur við stjóranum á Søvnum Landsins, Landsverkfrøðinginum og einum umboði fyri Løgmansskrivstovuna fyrireikað eina forkanning av støðuni. Stjórin á søvnum landsins er formaður og skrivari fyri bólkin.

??tlanin er, at forkanningin verður gjørd í tøttum samstarvi við Nunatta Katersugaasivia Allagaateqarfialu (Grønlands Nationalmuseum og Arkiv) og Naalakkersuisut (Grønlands landsstyre).

Forkanningin fevnir m.a. um at gera av, hvørji støð kanningin skal fevna um, eina museala skráseting av, hvussu støðini síggja út í dag, hvussu ognarviðurskiftini eru, hvussu byggitekniska støðan er, hvør hevur ognirnar um hendi, hvørji umhvørvislig árin eru av, at ognirnar forfarast, og hvussu arbeiðið víðari skal skipast.

Roynt hevur verið at fingið ymisk vinnufeløg í Føroyum at verða við til at fíggja forkanningina, men hetta hevur gingið heldur striltið.

Nú hevur so landsstýrið í einum broytingaruppskotið til fíggjarlógina fyri komandi ár mælt til, at settar verða av kr. 350.000 til forkanningina komandi ár.

Verður peningur játtaður, er ætlanin at fara undir forkanningina komandi ár.

Til 2. Tað er ov tíðliga at svara hesum spurningi. Forkanningin má verða liðug, áðrenn støða kann takast til, hvat skal burturbeinast, hvør skal burturbeina, hvat burturbeiningin er mett at kosta, og hvussu kostnaðurin fyri at beina burtur skal berast.

Til 3. Nei, eigaraviðurskiftini eru ikki greið. Á fundi, sum eg hevði hin 29. november 2016 í Havn við landsstýriskvinnuna fyri málsøkjunum sjálvstýri, náttúru, umhvørvi og landbúnað í Naalakkersuisoq, heitti eg á hana um at bera so í bandi, at tann grønlendski myndugleikin, sum er næstur til tess, ger eina útgreining av ognarviðurskiftunum av gomlum ???føroyskum??? húsum, skúrum og toftum í Ravns Stóroy, gomlu Føroyingahavnini, Toqqusaq og Nordafar støðini í Føroyingahavnini. Hendan útgreining verður so at lata teimum, sum standa fyri forkanningini í samband við uppruddingina.

Viðvíkjandi ábyrgdini fyri uppruddingini eru vit ikki í formligu juraini. Tað eru privat vinnufeløg og persónar, sum á sinni hava bygt nevndu støð. Hesi eru, nærum øll, ikki til longur. Men, landsstýrið kennir tað sum sína ábyrgd at vera við til at fáa gongd á at burturbeina órudd á støðum, har føroyingar hava verið.

Løgmansskrivstovan, 5. desember 2016

Aksel V. Johannesen

løgmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder