Tíðindaskriv.
Hvat er kostnaðurin av mistari sálarheilsu? Og hvør eigur ábyrgdina?
Í hesum døgum hoyra vit, at Landssjúkrahúsinum vantar pening - nógvan pening. Virkandi sjúkrahússtjórin gevur ósemjuni á føðideildini skuldina fyri góðari helvt av hesum meirútreiðslum, og orsøkin sigst vera, at ljósmøður gjørdust langtíðarsjúkraskrivaðar, tí tær vóru ónøgdar við avgerð hjá stjórnini. Samstundis hava vit júst havt sálarheilsudag, og ljós er varpa álvarsliga týðningin av vantandi sálarheilsu.
Sera hugstoytt er tað tí, at eingin sær ella trýr tí vanlukku meginparturin av ljósmøðrunum á Landssjúkrahúsinum hava verið fyri, har so nógvar mistu sína sálaheilsu og enn stríðast fyri at koma fyri seg. At ovasta stjórnin á størsta almenna arbeiðsplássi í Føroyum fer so harðliga fram, at meginparturin av einum starvsbólki gerst sjúkur, og heldur áfram at hótta, ávara og uppsiga, heldur enn at taka sjúkuna í álvara, er óhugnaligt. Eisini er tað óskiljandi, at tey sleppa at gera so.
??semjan
Um ósemjuna á Landssjúkrahúsinum má gerast púra greitt, at eingin ljósmóðir sjúkraskrivaði seg, tí hon var ósamd við stjórnina um eina broyting av føðideildini. Allar ljósmøður møttu til arbeiðis eftir at avgerðin var tikin, og tað hildu tær áfram við so leingi tær orkaðu. Sína ørkymlan gjørdu tær vart við til sínar leiðarar og sítt fakfelag, og kærdu eisini til heilsumálaráðið, meðan tær møttu til arbeiðis sum vant.
Trupulleikin við avgerðini hjá stjórnini var, at eingin visti hvussu hon skuldi fremjast. Leiðslan á føðideildini hevði ikki tikið lut í avgerðini, og leiðandi ljósmóðir, ið hevur evstu ábyrgd og avgerðarrætt av ljósmøðraøkinum, visti av ongum fyrr enn ein tíma undan at starvsfólkið varð kunnað. Tá ið leiðarirnir hjá ljósmøðrunum royndu at siga frá trupulleikunum og óvissuni um hvussu nýggja avgerðin skuldi fremjast var greitt, at stjórnin sjálv, við fráfarna sjúkrahússtjóranum á odda, ikki visti hvat avgerðin hevði við sær og hvussu hon ítøkiliga skuldi virka. Har var ongin ætlan um hvussu ein deild skuldi gerast til tvær. Einki var gjørt klárt. Avgerðin var ikki gjørd ítøkilig.
Hetta hevði við sær sera ørkymlandi arbeiðsumstøður fyri øll starvsfólkini á Føðideildini. Stjórnin hevði eisini við avgerðini og mátanum hon varð framd, sett starvsfelagar og vinfólk upp mót hvørjum øðrum, og eitt óvirðiligt kjak um fakligar førleikar tók seg upp.
Dugnaliga starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum
Eingin eigur at ivast í, at Landssjúkrahúsið eigur heimsins dugnaligastu starvsfólk. ??ll sum ein stríðast tey hvønn dag at geva sínum viðskiftafólki bestu viðferð. Ofta standa tey einsamøll við alt ov stórari ábyrgd, men øll gera tað kortini og við gleði. At hava ábyrgd av lív og deyða er tó ein tung byrða, og óttin fyri at verða kærd, missa autorisatión ella verða dømd í rættinum fyri at gera feil, er ein arbeiðstreyt. Tí hevur tað so avbera stóran týdning, at hesi starvsfólk vita, at tey hava eina stuðlandi og viðurkennadi leiðslu, ið dugir at fáa fylgiskap og fremur opinleika. Tann tryggleika kann eitt starvsfólk við slíkari ábyrgd og einsemi, sum starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum, ikki virka uttan.
Mista sálarheilsan
Vónina um tann tryggleikan mistu ljósmøðurnar tann dagin stjórnin á Landssjúkrahúsinum tók avgerðina um at broyta Føðideildina. Einasti uggin var, at tær høvdu dygga ljósmøðraleiðslu, ið áhaldandi royndi at koma í tal við stjórnina at finna aftur greiða og trygga arbeiðsleistin fyri ljósmøðurnar. Tær søgdu frá ótryggu viðurskiftunum og tørvinum á útgreining av hvussu deildin skuldi skipast í tveimum. Ongantíð fingu tær nakað ítøkiligt aftursvar ella uppskot um møguleikar, og arbeiðsumstøðurnar hjá ljósmøðrunum gjørdist tí verri og verri, uttan at leiðarirnir fingu broytt hetta. Hetta hevði ikki óvænta við sær, at fleiri ljósmøður misti sína sálarheilsu, ein fyri og onnur eftir. ??tryggu karmarnir og líkasælan frá stjórnini tók áræði og gleðina frá teimum, og tær gjørdust álvarsliga sjúkar.
Hóast hesar sjúkraskrivingar lat stjórnin ikki um vón. Hon tók onga ábyrgd av íkomnu støðuni. Einki átak var sett í verk at hjálpa sjúku ljósmøðrunum, og eingin avloysari varð settur í staðin, tá eisini leiðarirnir góvu skarvin yvir. Ljósmøður, ið enn stríddu seg til arbeiðis, vóru ikki avloystar úr vakt, tí eingin tók ábyrgd av at skipa arbeiðið í mun til vantandi starvsfólkini. Støðan versnaði skjótt uttan at nakar í depilsleiðslu ella stjórn lat við seg koma. Tá støðan hjá ljósmøðrunum at enda gjørdist ruðuleikakend, valdi stjórnin at fara í Gerðarættin at prógva at sjúku ljósmøðurnar ikki vóru sjúkar, heldur enn at taka støðuna í álvara og taka leiðsluábyrgd sína á seg. Gerðarætturin staðfesti tó, at tað var sannlíkt at ótolandi arbeiðsumstøður vóru orsøkin til at so nógvar ljósmøður vóru langtíðarsjúkar. Hetta tók stjórnin kortini ikki til sín, og áhaldandi ákærurnar, um at ljósmøðurnar als ikki vóru sjúkar, hildu fram.
Syndabukkar og vantandi leiðsluábyrgd
Eftir stendur nú, at ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum fáa skyldina fyri tann meirkostna, ið avgerðin hjá stjórnini hevði við sær. Ein meirkostna fyri útlendskar vikarar, ið máttu takast heim tí føroysku ljósmøðurnar vóru sjúkar.
Kann tað vera rætt?
At starvsfólk, ið missa sína sálarheilsu av ótolandi arbeiðsumstøðum, skal eiga ábyrgdina av einum meirkostnaði, ið annaðhvørt hevur við sær at onkur ikki fær tað viðgerð hann hevur tørv á, ella at skattgjaldarin skal bløða í einari eykafíggjarlóg. Hetta er jú púrasta burturvið.
Ábyrgdina eigur bert stjórnin á Landssjúkrahúsinum.
Tí er tað átaluvert at gera sjúk starvsfólk til syndabukkar. Serliga tá hugsað verður um tað ljós, ið varpa verður á strongd og sálarheilsu. Eigur ein stjórn ikki at kenna til hetta? Heldur enn at veita stuðul og hjálp til sjúku starvsfólkini hevur stjórnin nýtt líkasælu, hóttarnir, uppsagnir og tilvita gjørt tey til syndabukkar fyri egnari ómegd og ódugnaskap. Seinasta ákæran kom frá virkandi sjúkrahússtjóranum um at stjórnini ikki hevði orka at gjørt neyðugu sparingarnar í summar, tí tey vóru so fyriløgst av støðuni á Føðideildini, altso eiga ljósmøðurnar eisini skyldina av, at stjórnin heldur ikki fekk framt fíggjarstýring.
Hjá ljósmøðrunum hevur hetta havt óbótaligar fylgir. Enn eru starvsfólk illa sjúk, onnur hava kent seg noydd at siga seg úr starvi, og leiðandi ljósmóðir misti starv sítt í einari ússaligari roynd frá stjórnini, at geva henni skyldina fyri teirra ódugnaskap. Hóast fleiri nýggjar ljósmøður eru heimkomnar, ið ikki eru í føstum starvi, hava hesar hug at aftra seg við at søkja starv á Landssjúkrahúsinum. Eingin vil seta seg í slíkan vanda at missa sína heilsu og førleikar. Andsøgnin í starvinum sum leiðandi ljósmóðir, har hon hevur endaligu ábyrgdina og avgerðarættin fyri ljósmøðraøkið, og samstundis fullkomiliga verður útihýst frá ávirkan, og kortini fær alla skuldina fyri vanstýringina hjá stjórn, ger eisini at eingin torir at átaka sær tað starvið.
Vantandi avleiðingar fyri ábygdarhavarunum
At hetta ikki fær politiska mynduleikan at vakna, so at røttu ábyrgdarhavarirnir kendu avleiðingarnir, er eisini óskilligt. At stjórnin á Landssjúkrahúsinum er sloppin at bera seg at so ófantaliga, at so nógv starvsfólk hava fingið skaða, gott samstarv er oyðilagt, umframt at hon sleppur sær undan ábyrgdini fyri eini meirnýstlu á nógvum milliónum er óhugnaligt.
Um vit í Føroyum skulu taka sálarheilsu í álvara, áttu poiltiski mynduleikin og almennu stovnarnar at gingið á odda. Tað gera teir ikki í hesum málið.
Vegna allar limir okkara
Ljósmøðrafelag Føroya tann 18. okt. 2017
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald