Vinna

Um- og nýbyggingin av ellisheiminum á Sýnuni er komin væl áleiðis - myndir

...

2016-09-13 19:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Stóra um- og nýbyggingin av ellisheiminum Á Sýnuni í Vágum, sum byrjaði tíðliga í vetur, er nú komin væl áleiðis.

??ll vindeygu og hurðar eru skift, tak, nýggjur klædningur og bjálving er gjørd, eisini er næstan liðugt á loftshæddini, har manglar at mála og okkurt el-arbeiði skal gerast afturat.

Í miðhæddini eru teir eisini í fult sving, har fáa øll rúmini eina góða hond, nýggjur køkur og uppihaldsstova koma at liggja miðskeiðis í miðhæddini og eisini er trý nýggj buðrúm, soleiðis, at tað nú verðaur pláss til 37 búðfólk.

Í kjallarahæddini verður ikki gjørt so nógv, tó verða øll vindeyguni skift og gjørd størri.

Alt arbeiði verður helst liðugt tíðliga í 2017.

Samlaði kostnaðurin var mettur til 32 milliónir, sum landskassin og kommunurnar í Vágum gjalda.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder