Ítróttur

U-landsliðið í badminton til Danish Junior Open

...

2015-05-12 17:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í døgunum 14.-18. mai er føroyska U-landsliðið í badminton í Farum. Við í kappingini eru leikarar úr Danmark, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Týsklandi, Kekkia og Føroyum. Hetta er fjórða árið á rað, at Føroyar eru við. Samstundis er hetta ein liður í leikaramenningini, har BSF hevur vælt at geva fremstu leikarunum úr teimum ymisku aldursbólkunum møguleikan at verða við í Danish Junior Open. Dúgliga hevur verið vant fram ímóti kappingini, ið hilnaðist heilt væl í fjør. Sostatt eru leikararnir sera spentir uppá, hvussu úrslitið fer at síggja út hesaferð. Eftir ætlan kemur ferðalagið aftur til Føroyar mánakvøldið.

Teir útvaldu leikararnir á U-landsliðnum eru:

U13

Adhya Nandi, HBF ??? Lena Maria Joensen, KBF ??? Ari Nandi, MBF ??? Rúni ??ster, HBF

U15

Mona Rasmusdóttir, ÍF ??? Jensa Tórolvdóttir, ÍF ??? Sissal Thomsen, HBF ??? Ari Nandy, MBF - Dann Fróðason, MBF ??? Barður á Reynatrøð, ÍF ??? Ari M. Jacobsen, KBF

U17

Gunnva Jacobsen, HBF - Kristina Eriksen, HBF/Ikast ??? Rógvi Ziskason, HBF Ráni í Bø, KBF/Middelfart

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder