Ítróttur

U21-landsliðið úttikið

...

2016-08-17 13:55 Author image
placeholder

FSF: Bill McLeod Jacobsen hevur úttikið 18 spælarar til EM-undankappingardystirnar ímóti Russlandi og Aserbadjan, sum verða 1. og 6. september.

Fyrst í komandi mánaði skal føroyska U21-landsliðið spæla tveir EM-undankappingardystir, sum vera ímóti ávikavist Russlandi og Aserbadjan.

Hósdagin 1. september spæla Føroyar og Russland á Svangaskarði, og fimm dagar seinni, týsdagin 6. september skal føroyska liðið royna seg á útivølli ímóti Aserbadjan.

Í hesum sambandi hevur Bill McLeod Jacobsen, venjari, úttikið hesar 18 spælararnar:

Elias Rasmussen, ÍF
Leivur Joensen, ÍF
Hørður Askham, B36
Andrias H. Eriksen, B36
Ári Mohr Jónsson, HB
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Hákun Edmundsson, Vendsyssel FF (DEN)
Jonas Gejel Hansen, FC Sydvest (DEN)
Jákup Vatnhamar Olsen, Víkingur
Teit Jacobsen, HB
Jákup L. Thomsen, FC Midtjylland (DEN)
Niklas Thomsen, HB
Gestur Bogason Dam, B36
Jákup B. Andreasen, KÍ
Magnus Egilsson, HB
Patrik Johannesen, AB
Petur Knudsen, NSÍ
Poul N. Mikkelsen, ÍF

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder