Ítróttur

U21-landsliðið úttikið

...

2016-03-14 08:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Bill Mc.Leod Jacobsen hevur úttikið U21-landsliðshópin til dystirnar ímóti Týsklandi og Eysturríki, sum verða seinni í mánaðinum.

Hósdagin 24. mars og aftur týsdagin 29. mars eru tveir EM-undankappingardystir á skránni fyri føroyska U21-landsliðið.


24. mars spæla Týskland og Føroyar á Volksbank Stadion í Frankfurt, og fimm dagar seinni skal føroyska liðið spæla á Generali Arena í Wien, har eysturríkar eru vertir.

Í hesum sambandi hevur Bill Mc.Leod Jacobsen, venjari úttikið hesar 20 spælararnar:
Fríði Sigurðsson, B68
Elias Rasmussen, Víkingur
Leivur Joensen, ÍF
Ári Mohr Jónsson, HB
Andrias H. Eriksen, B36
Sonni Ragnar Nattestad, FH Reykjavík (Ísland)
Hørður Askham, B36
Bartal Wardum, HB
Magnus Egilsson, HB
Gestur B. Dam, B36
Jonas Gejel Hansen, FC Helsingør (Danmark)
Hákun Edmundsson, B68
Benjamin Heinesen, B36
Betuel Hansen, Silkeborg IF (Danmark)
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Patrik Johannesen, AB
Meinhard E. Olsen, Vendsyssel FF (Danmark)
Jákup Thomsen, FC Midtjylland (Danmark)
Ári Mohr Olsen, HB
Teit Jacobsen, HB

Nýggir í hópinum eru Teit jacobsen og Ári Mohr Olsen. Samstundis er hetta fyrsti dystur hjá Hørði Askham, ið ikki hevur verið tøkur vegna skaða síðani seinasta dystin í 2014, tá Føroyar vunnu 1-0 á Montenegro, við máli sum Ári Mohr Jónsson skoraði.

Til dystin móti Týsklandi verður Bill Mc.Leod Jacobsen tó noyddur at síggja burtur frá Benjamin Heinesen, ið er leikbannaður, meðan Sonni Ragnar Nattestad ikki verður við ímóti eysturríkarum, men verður tá ístaðin partur av A-landsliðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder