Ítróttur

U21: Taptu 3-0 fyri Litava

...

2017-06-09 12:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyska U21-landsliðið tapti fyrsta dystin í undankappingini til EM 2019. ??rslitið ímóti Litava gjørdist 3-0 til litavar, eftir 1-0 leiðslu í steðginum.

- Í mun til dystarætlan, og avrikið hjá hvørjum einstøkum spælara, so eri eg rættuliga væl nøgdur, tí nógv av tí, sum vit løgdu dent á, eydnaðist partvís. Men um vit bara hyggja at úrslitinum, so kunnu vit á ongan hátt vera nøgdir, sigur Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari.

Hósdagin spældi føroyska U21-landsliðið fyrsta dystin í undankappingini til EM 2019. Dysturin varð spældur í Litava, og úrslitið gjørdist 3-0 til litavar, sum vóru á odda 1-0 í steðginum.

Tá nærum hálvur tími var spældur legði Romanovskij heimaliðið á odda við brotssparki. Hendan støða helt sær til tíggja minuttir fyri leiklok, tá Janonis økti til 2-0, áðrenn Baniulis í 85. minutti slerdi 3-0 sigurin fastan.

- Vit kunnu væl brúka okkurt úr hesum dystinum í okkara víðari menning. Men hesin dysturin fer nú í søgubøkurnar, og vit hyggja fram ímóti næstu avbjóðing, sum er á heimavølli ímóti Danmark seinast í august, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder