Ítróttur

U21: Sensatiónin lúrdi í Kassel

...

2013-10-16 03:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tvær ferðir var føroyska U21-landsliðið frammanfyri, men tá avtornaði fóru týsku vertirnir avstað við einum teprum 3-2 sigri.

Føroyska U21-landsliðið var nær við at fremja eina av heilt stóru sensatiónunum, tá føroyska liðið royndi seg á útivølli ímóti týska U21-landsliðnum. Men sum so mangan áður, so fóru týskarar avstað við sigrinum.

??rslitið gjørdist 3-2 til Týskland, men í tveimum førum var føroyska liðið frammanfyri. Tá níggju minuttir vóru spældir legði Árni Frederiksberg Føroyar á odda, men stutt fyri steðgin javnaði Týskland til 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Tað vóru týskarar, ið høvdu bóltin meginpartin av tíðini, men føroyska verjan stóð væl, og tí gjørdist tað ongantíð veruliga vandamikið frammanfyri føroyska málið hjá Teiti Gestsson.

Eftir hvíldina var gongdin tann sama, har týskarar stóðu fyri spælinum, men tá seinni hálvleikur var hálvrunnin skoraði Hørður Askham til 2-1 fyri Føroyar. Sensatiónin lúrdi nú aftur á Auestadion í Kassel, men seinasta korterið vendu týsku vertirnir dystinum, og vunnu 3-2.

Sum heild eitt gott føroyskt avrik av okkara ungu leikarum, men tíverri var hepni ikki við, og tí vórðu stigini verðandi eftir í Týsklandi.

Næsti dystur hjá føroyska U21-landsliðnum verður um ein mánaða, tá Írland tekur ímóti tann 15. november.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder