FSF: Bill M. Jacobsen og Eli Hentze hava sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Russlandi. Seks broytingar eru gjørdar í mun byrjunaruppstillingina seinast.
Føroyska liðið hevur fyrireikað seg væl til stóru uppgávuna, og nú er greitt hvørjir teir fyrstu ellivu verða, tá dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 16:00 føroyska tíð (klokkan 19:00 lokala tíð).
U21-landsliðsvenjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze hava framt seks broytingar á liðnum í mun til byrjunaruppstillingina ímóti Týsklandi fyri einum mánaða síðani.
Elias Rasmussen verður í mál, og í verjuni vera Benjamin Heinesen, Andrias H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad og Ári Mohr Jónsson.
Á føroyska miðvøllinum byrja Jóannes Bjartalíð, Brandur H. Olsen, Jonas G. Hansen og Patrik Johannesen. Framrættaður miðvallari verður Gestur B. Dam, meðan Magnus Egilsson verður á álopinum.
Eykaspælarar vera Fríði Sigurðsson, Aron Clementsen, Karstin Højgaard, Dánjal Godtfred, Jákup F. Hansen og Gunnar Vatnhamar.
U21 EM-undankappingardysturin millum Russland og Føroyar kann síggjast beinleiðis á heimasíðuni hjá russiska fótbóltssambandinum, www.rfs.ru. Byrjað verður at senda fimm minuttir áðrenn avspark.
Myndir: Hans Erik Danielsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald