FSF: Hóast føroyska U21-landsliðið tapti 4-1 á útivølli fyri Týsklandi, so er avrikið á vøllinum góðtikið. Gestur Bogason Dam skoraði fyri Føroyar.
Men á hinari hálvuni stóð ellivu føroyingar klárir at geva Týsklandi ein skarpan gang, og soleiðis bleiv eisini. Serliga í fyrra hálvleiki var talan um ein javnan dyst, sum eisini endaði við javnleiki 1-1. Føroyska málið skoraði Gestur Bogason Dam tveir minuttir áðrenn hvíldina.
Gestur kom at standa væl fyri eftir horna. og tá bólturin hevði lagt seg fyri føturnar á unga havnamanninum, var hann náðileysur. 1-1 á Volksbank Stadion, og tøgn kring vøllin, tó undantikið teir fáu áskoðararnir, ið vóru komnir at stuðla føroyska liðnum. Men teir hoyrdust hesa løtuna.
- Tað var stuttligt at spæla, serliga tá allir geva seg 100 prosent, og frammanfyri so nógvum áskoðarum. Týska liðið er mannað við ótrúliga góðum spælarum á øllum plássum, og tá er eisini stuttligt, at vit kunnu arga teir eitt sindur, segði føroyski málskjúttin, Gestur Bogason Dam eftir dystin.
Næst á skránni hjá okkara unga monnum er EM-undankappingardysturin ímóti Eysturríki, sum verður týsdagin á Generali Arena í Wien.
Týskland ??? Føroyar 4-1 (1-1)
1-0 Leroy Sané, 17???
1-1, Gestur B. Dam, 43???
2-1 Sonni Ragnar Nattestad (sjálvmál), 59???
3-1 Max Meyer, 63???
4-1 Julian Brandt, 73???
Myndir: Josva Thomsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald