Ítróttur

U21: Góðkent avrik í Krasnodar - myndir

...

2015-11-13 16:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Føroyska U21-landsliðið tapti hóskvøldið 2-0 fyri Russlandi á Kuban Leikvøllinum í Krasnodar. Men innsatsurin var góður, og sum heild var føroyska avrikið góðtikið.

- Eftir dystin sótu vit við kensluni av, at hetta saktans kundi verið betri. Serliga fyrri hálvleikur var góður, men í seinna hálvleiki fingu teir tvey mál, og so sótu vit eftir við ongum. Soleiðis segði Brandur Hendirksson Olsen, eftir at føroyska U21-landsliðið hevði tapt fyri Russlandi.


Fyrstu trý korterini leikaði javnt á, og nakað inn í seinna hálvleik var føroyska liðið væl við. Men tá avtornaði endaði U21 EM-undankappingardysturin millum Russland og Føroyar á Kuban Leikvøllinum í suðurrussiska býnum Krasnodar við 2-0 sigri til russar.

Tíggju minuttir eftir steðgin legði Ramil Sheydaev heimaliðið á odda, og tá lítið korter var eftir at spæla økti Andrei Kunyukov um russisku leiðsluna.

- Hetta var nógv tann besti innsatsurin frá okkara spælarum í hesari undankappingini. Um vit vóru heldigari, so fingu vit okkurt mál, men í avgerandi løtum eru vit ikki nóg neyvir, segði Bill Mc. Leod Jacobsen, U21-landsliðsvenjari eftir dystin.

Næsta uppgáva hjá føroyska U21-landsliðnum verður seinast í mars mánaða komandi ár, tá okkara menn skulu spæla á útivølli móti Eysturríki og Týsklandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder