FSF.fo skrivar: Bill McLeod Jakobsen og Eli Hentze eru væl nøgdir við venjingarleguna, ið U21-landsliðið hevur verið á um vikuskiftið.
- Vit hava havt fokus á útispælarar í EFFO-deildini, og so hava vit eisini havt tríggjar spælarar heim úr Danmark. Endamálið við venjingarleguni var at síggja spælarahópin saman, og betri at kunna meta um, hvar spælararnir eru í mun til hvønn annan. Eisini fáa vit innlit í venjingarstøðuna hjá hvørjum einstøkum spælara, sigur høvuðsvenjari hjá U21-landsliðnum, Bill McLeod Jakobsen.
Av teimum 32 spælarunum, ið vórðu boðsendir til venjingarleguna, luttóku 29. Fimm málverjar og 24 útispælarar. Hópurin var samlaður frá hósdegi til leygardag, og umframt venjingar, var eisini ein innanhýsis dystur á skránni.
- Ein ávís innkoyring verður eisini løgd fram fyri spælarunum, har vit saman gjøgnumganga hvat krevst, fyri at blíva partur av U21-landsliðnum. Her koma vit inn á týdningin av hvíld, kostvanum og góðum lívsstíli, sigur Bill McLeod Jakobsen.
Fyrsti dystur í komandi EM-undankapping verður á heimavølli 15. juni, tá Aserbaijan vitjar í Føroyum. Fýra dystir eru á skránni í ár, meðan seks undankappingardystir skulu spælast í næsta ár. Føroyar eru í bólki saman við Týsklandi, Russland, Finnlandi, Eysturrík og Aserbaijan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald