Ítróttur

U21: Eli og Hegga hava sett liðið

...

2017-08-31 14:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Venjarin hjá U21-landsliðnum, Eli Hentze, og hjálparvenjarin, Hegga Samuelsen, hava sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja ímóti Danmark á Tórsvølli klokkan 16:00.

dag klokkan 16:00 spælir føroyska U21-landsliðið næsta dystinum í undankappingini til EM 2019. Mótstøðuliðið er Danmark, og nú er greitt hvørjir teir fyrstu ellivu verða, sum Eli Hentze, venjari, og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari senda á vøllin frá byrjan.

Elias Rasmussen verður í mál, og í føroysku verjuni verða Benjamin Heinesen, Bartal Wardum, ??lavur Niclasen og Erlendur Magnusson. Á miðvøllinum verða Teit Jacobsen, Hákun Edmundsson, Betuel Hansen, Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð. Í álopinum verður Jákup L. Thomsen.

Eykaspælarar verða Karstin Hansen, Ari Olsen, Jann Benjaminsen, Petur Knudsen, Búi Egilsson, Meinhard E. Olsen og Bjarni Petersen.

??keypis atgongd er til U21-dystin millum Føroyar og Danmark, sum verður floytaður í gongd á Tórsvølli klokkan 16:00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder