Ítróttur

U21: Eli Hentze úttikið fyrsta hópin

...

2017-05-27 10:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nýggi U21-landsliðsvenjarin, Eli Hentze hevur nú úttikið hópin til fyrsta dystin í komandi EM-undankapping, sum er á útivølli ímóti Litava tann 8. juni.

Hósdagin 8. juni spælir føroyska U21-landsliðið fyrsta dystin í komandi EM-undankapping. Dysturin verður á útivølli ímóti Litava, og umframt Føroyar og Litava, eru Danmark, Finnland, Georgia og Pólland eisini við í bólkinum.

- Nú gleða vit okkum at koma í gongd við eina nýggja undankapping. Vit hava ein góðan hóp, og fleiri av teimum, sum eru úttiknir hesaferð, hava royndir frá seinastu kapping, sigur Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

Í fyrstu atløgu hevur venjarin boðsent 17 spælarum til dystin ímóti Litava, men ætlanin er at úttaka ein afturat tá komandi umfar í EFFO-deildini er spælt.

Teir fyrstu 17 eru hesir

Elias Rasmussen, Víkingur

Karstin Hansen, NSÍ

Ari Olsen, Skála

Benjamin Heinesen, B36

Bjarni Petersen, B36

Bartal Wardum, HB

??lavur Niclasen, KÍ

Erlendur Magnusson, B36

Betuel Hansen, NSÍ

Jákup B. Andreassen, KÍ

Hákun Edmundsson, Skála

Dan í Soylu, EB/Streymur

Jann J. Benjaminsen, NSÍ

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Teit Jacobsen, SønderjyskE (DEN)

Petur Knudsen, NSÍ

Meinhard E. Olsen, Vendsyssel FF (DEN)

- Eg havi sæð tveir venjingardystir hjá litaviska U21-liðnum, og avbjóðingin verður at standa ímóti teirra vælvirkandi umstillingum. Men vit fara fyrst og fremst eftir góða avrikinum, ið er eyðkent av føroyska stríðsviljanum, og vit skulu eisini hava dirvi í okkara leikhátti, sigur Eli Hentze.

Undankappingin 2017/2018

2017

8. juni: Litava ??? Føroyar

31. august: Føroyar ??? Danmark

5. september: Finnland ??? Føroyar

10. oktober: Føroyar ??? Georgia

10. november: Føroyar ??? Pólland

2018

23. mars Georgia ??? Føroyar

8. juni Føroyar ??? Finnland

7. september: Pólland ??? Føroyar

12. oktober: Føroyar ??? Litava

16. oktober: Danmark - Føroya

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder