FSF: Hørður Askham og Magnus Egilsson hava givið avboð til U21-landsdystin ímóti Finnlandi. Ístaðin hevur venjarin úttikið David Langgaard úr KÍ og Bartal Wardum úr HB.
Hósdagin 2. juni klokkan 18:00 skal føroyska U21-landsliðið av álvara í eldin aftur, tá finnar koma á Tórsvøll.
Fyrireikingarnar til dystin hava gingið væl, men kortini verður Bill Mc.Leod Jakkobsen, U21-landsliðsvenjari, noyddur at gera tvær broytingar í hópinum.
Hørður Askham úr B36 og Magnus Egilsson úr HB eru so mikið skaddir, at teir verða ikki klárir til landsdyst um tveir dagar.
Sum avloysarar fyri teir báðar hevur venjarin sent boð eftir Davidi Langgaard úr KÍ og Bartali Wardum úr HB.
U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Finnland verður á Tórsvølli hósdagin 2. juni klokkan 18:00. ??keypis atgongd verður til dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald