Ítróttur

U20-menn endaðu nr. 3

...

2016-04-10 19:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HSF: U20-manslandsliðið endaði nr. 3 í bólkinum til EM-undankappingina í Sveis. Okkara høvdu betri málúrtøku enn Montenegro og vinna tískil triðja plássið, sum gevur eina betri styrkismeting til næstu kapping.

Føroyar taptu í dag fyri Sveis. ??rslitið var 23-12, eftir 12-7 í hálvleikinum. Sveis var greitt besta liðið í kappingini og var hetta ein dystur, har tað ráddi um, at ikki tapa við meira enn 19 málum, samstundis sum fleiri av leikarunum, sum ikki høvdu fingið so nógva spælitíð í teimum fyrru dystunum, sloppu at royna seg. Taptu okkara við meira enn 19, var tað Montenegro, sum vann triðja plássi.

Okkara hingu væl í sveisarunum í fyrra hálvleiki, men drógu teir spakuliga frá. Okkara arbeiddu sera hart í verjuni, men máttu eisini arbeiða sera hart fyri at fáa mál, tí verjan hjá Sveis var krútsterk. Samanumtikið fingu vit hildið sveisarunum niðri á 23 málum, sum er nøktandi, men skoraðu vit heldur fá mál.

Málskjúttar:
Áki Egilsnes 4
Kjartan Johansen 2
Rói Berg Hansen 1
Fríði Hammer Weyhe 1
Torkil Mørk Hentze 1
Helgi Hildarson Hoydal 1
Pætur Mikkjalson 1
Hilmar Leon Jakobsen 1

Niklas Simonsen 36 %
Hørður Trygvason 36 %

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder