Ítróttur

U20-landsliðið úttikið til EM-undandystir

...

2014-02-28 21:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF helt tíðindafund kl. 10 í morgun, har tað m.a. var kunngjørt hvør er tikin út til U-20 landsliðið, sum skal kappast til EM-undandystirnar - sí eisini myndir niðast á greinini frá tíðindafundinum - myndirnar hevur Tóri Nielsen tikið.

Landsliðsvenjarin hjá føroyska U20-landsliðnum, Kári Nielsen, hevur úttikið hesar leikarar til EM-undandystirnar móti Rumenia, Ísrael og Luksemburg, sum verða leiktir í Ísrael 4. ??? 6.  apríl.

FornavnEftirnavnFelagPláss
    
NiklasSimonsenVÍFMálm
TókiSeloyVÍFMálm
HanusChristophersenVÍFVV
ÁkiEgilsnesVÍFHB
John R.NielsenVÍFStrika
JulianOlsenVÍFVV/PM
KjartanJohansenStÍFHB/PM
AllanNorðbergStÍFHV/HB
RóiBerg HansenNeistinVV
Johní InnistovuNeistinHV
TóraldurKollskerH71Málm
TróndurArgeH71VB/Strika
JónasDjurhuusH71PM
Hilmar L.JakobsenH71VV/VB
HelgiHoydalViborgStrika
EirikurSimonsenViborgVB
PæturJohansenViborgPM/VV
RasmusGullfossTåstrupHV

 

Venjarin hevur úttikið 18 leikarar, hóast bert 16 skulu avstað. Hetta tí, at einstakir leikarar í hópinum dragast við smásnuddir, men enn hava møguleika at koma fyri seg áðrenn fráferðina. Tveir leikarar verða sostatt soldaðir frá seinni.

Hetta eru fyrstu undandystirnir Føroyar spæla síðani januar 2010, tá A-landsliðið spældi HM-undandystir. Hetta er sostatt eitt stig á leiðini at endurreisa føroyska landliðshondbóltin.

Føroyska U20-landsliðið luttók undanfarna summar í EHF European Open í Svøríki við góðum úrslitum. Føroyska liðið gjørdist nr. 16 av 22 europeiskum landsliðum. Liðið hevur í vetur vant saman tvær ferðir um mánaðin, umframt dagarnar millum jól og nýggjár. Liðið er mannað av leikarum, har meginparturin hevur royndir úr Atlantic Airways kappingini, leikarum, sum leika í donskum feløgum, og tvey yngri talent.

Venjaratoymið hjá U20-landsliðnum er:

  • Kári Nielsen, høvuðsvenjari
  • Birgir Hansen, hjálparvenjari
  • Bogi Henriksen, málmansvenjari
  • Jákup Durhuus, liðleiðar

U20-landsliðið skal til Ísrael at leika tríggjar EM-undandystir móti ávikavist Rumenia, Ísrael og Luksemburg.

  • 4. apríl Rumenia ??? Føroyar
  • 5. apríl Føroyar ??? Ísrael
  • 6. apríl Føroyar ??? Luksemburg

Føroyar eru eisini bodnar við til IHF Trophy, sum er kapping fyri smærri hondbóltstjóðir. Kappingin verður í Andorra 21. ??? 25. mai. Hetta er kappingin, sum áður hevur verið nevnd Challenge Trophy. Hetta er ein heimsumfatandi kapping, har lið frá ymisku heimspørtunum fyrst kappast í undankapping í sínum egna heimsparti. Kappingin endar við einum heimsfinaluumfari í heyst. Í 2013 var kappingin í Meksiko, har Moldova, Meksiko, Nigeria, Avstralia og Usbekistan kappaðust. Tað hevur verið ymiskt, hvørjir árgengir verða bodnir við til hesa kapping. Kappingin í ár er fyri leikarar føddir í 1994 og yngri. Hetta er sostatt sami aldurbólkur sum myndar liðið, sum skal leika EM-undandystirnar í Ísrael.

Londini, sum kappast í innleiðandi umfarinum í Evropa í ár eru: Føroyar, Andorra, Georgia, Stóra Bretland, Írland, Moldova, Azerbajan og Albania. Liðini koma at leika í tveimum bólkum, og eftirfylgjandi verða hálvfinalur og finala.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder