2015-11-14 23:00
U20-landsliðið hjá Føroyum er komið í bólk saman við Sveits, Makedonia og Montenegro til EM-undankappingina, sum verður í apríl. Sveits hevur vunnið fyrsta rætt at hýsa kappingini.
Vit vita ikki nógv um mótstøðuliðini, tí eingi av teimum luttóku í European Open í summar. Hinvegin vóru hesir árgangir hjá bæði Sveits og Makedonia við í EM-endaspælinum fyri U18 í 2014, har Sveits gjørdist nr. 6 og Makedonia nr. 15. Montenegro var ikki í endaspælinum, men vunnu tó móti Estlandi í undanspælinum.
Dystirnir verða leiktir 10. ??? 12. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald