Ítróttur

U20 me. til EM og U23 kv. til Challenge Trophy

...

2013-10-18 15:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HSF hevur gjørt av at melda lið til undankappingina til EM fyri U-20 leikarar hjá monnum og til Challenge Trophy fyri U23 kvinnur.

EM fyri U-20 leikarar hjá monnum verður fyrst í apríl mánaði 2014 og liðið, sum sleppur at royna seg, er sett saman av somu leikarum, sum fingu góða úrslitið í U19 European Open kappingini í Gøteborg, tá ið Føroyar gjørdust nr. 16 av 22 londum, frammanfyri lond, sum vit annars plaga at samanbera okkum við, eitt nú Italia, Belgia og Finnland. Kári Nielsen, Birgir Hansen, Bogi Henriksen og Jákup Durhuus koma at taka sær liðnum. Lutakast til kappingina verður 22. oktober kl. 10 føroyska tíð. Fylgt kann verða við hesum á heimasíðuni hjá EHF, tá ið hetta fer fram.

Eisini hevur HSF gjørt av at melda lið til Challenge Trophy fyri U23 kvinnur. Seinast vit luttóku í hesi kapping, komu vit í finaluna, men taptu móti Bulgaria. Enn er ikki avgjørt, hvørji lond vera við í kappingini, sum verður síðst í mars 2014.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder