Ítróttur

U20: Føroyar taptu greitt fyr Luksemburg

...

2014-04-07 00:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 HSF: Føroyska liðið tapti eisini seinasta dystin í EM-undankappingini í Ísrael. ??rslitið var 36-25 til Luksemburg, eftir 14-13 til Føroyar í hálvleikinum. Føroyar byrjaðu dystin sera væl og vóru á odda 12-6 tá 18 minuttir vóru farnir.

Luksemburg skifti tá málmann og hann tók beinanvegi 5-6 bóltar. Luksemburg byrjaði at hála inn og stóð tað 14-10 tá 27 minuttir vóru farni og 14-13 tá fari var til hálvleiks. Luksemburgar hildu áfram í seinna hálvleiki og lukkaðu dystin rættiliga skjótt í seinna hálvleiki. Liðið hevði sera góðar langskjúttar og hesar høvdu vit trupult við at steðga. Seinastu løtuna sluppu fleiri av okkara leikarum, sum ikki høvdu fingið so nógva spælitíð at royna seg og dysturin var spældur rættiliga frítt í báðum endum.

Luksemburgar høvdu møguliga undirmett okkara lið og vóru tí ikki so tendraðir at byrja við, men sum heild hevði liðið hjá Luksemburg væl fleiri streingir at spæla uppá og høvdu teir eisini betri skjúttar. Føroyska liðið kláraði ikki at standa ímóti trýstinum og leiðslan var skjótt etin innaftur. Sum heilt taptu vit fyri einum betri liði í dag.

Málskúttar vóru:
Kjartan Johansen 5
Áki Egilsnes 5
Jónas Djurhuus 3
Rói B. Hansen 3
Helgi Hoydal 3
Julian Olsen 3
Eirikur Simonsen 2
Tróndur Arge 1

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder