John Petersen og Ingun Hansen hava úttikið føroyska hópin við U19-gentum, sum seinni í hesum mánaðinum fer til EM-undankapping í Bosnia/Hersigovina.
Í døgunum 13. til 21. september fer føroyska U19-landsliðið við gentum til UEFA EM-undankapping í Bijeljina í Bosnia/Hersigovina.
Umframt Føroyar og Bosnia/Hersigovina, vera Kekkia og Frakland eisini við í kappingini.
Tær 18, ið landsliðsvenjararnir, John Petersen og Ingun Hansen hava úttikið, eru hesar:
Anna S. Hansen, EBS/Skála
Annika Dam, HB
Sólrun Thomsen, HB
Elisabet Vang, AB/B36
Durita Hummeland, EBS/Skála
Hjørdis Rasmusdóttir, ÍF/Víkingur
Gudný Johannessen, KÍ
Arnborg Lervig, ÍF/Víkingur
Durita Mikkelsen, EBS/Skála
Jónvá Hentze, HB
Guðrið Thomsen, AB/B36
Lív Arge, HB
Ása á Reynatúgvu, HB
Bjørt Holm, ÍF/Víkingur
Kára Djurhuus, EBS/Skála
Hervør Olsen, KÍ
Lisa Joensen, KÍ
Milja R. Simonsen, HB
Skráin:
15. sept., kl. 16:00: Kekkia ??? Føroyar
17. sept., kl. 16:00: Frakland ??? Føroyar
20. sept., kl. 16:00: Føroyar ??? Bosnia/Hersigovina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald