2017-03-18 19:27
HSF: Føroysku U19-kvinnurnar taptu fyri løtu síðani 41-16 móti Ungarn. Stórtapið kom ikki óvart á, tí Ungarn er í heimsflokki, hesar blivu nr. 3 til seinasta EM. Hálvleiksstøðan var 20-10.
Sostatt tapti Føroyar heldur meira móti Ungarn í mun til Makedonia, sum tapti 33-18 í gjár. Okkara kunnu við einum megnaravriki í morgin kl. 18.30 føroyska tíð vinna seg til EM endaspælið um tær vinna móti Makedonia.
Málskjúttar hjá Føroyum vóru:
Tóra Eliasen 6
Maria Halsdóttir Weyhe 5
Fríða á Dunga 3
Magna Tórðardóttir 2
Siw Matras Larsen 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald