Við einum sera flottum avrikið móti vertstjóðini Georgia hava Føroyar vunnið Challenge Trophy hjá kvinnum. Dysturin endaði við stórsigri 28-14, eftir 11-6 í hálvleikinum. Hetta var avgjørt besti dysturin, sum føroysku kvinnurnar hava leikt í kappingini.
Tað, sum hevur eyðkent føroyska liðið ígjøgnum kappingina, er ein sera góð 3-2-1 verja og var hetta eisini grundalagið undir sigrinum í dag. Aftanfyri verjuna stóð Annika Fríðheim Petersen sum ein múrur í dag við einum bjargingarprosenti uppá 58. Føroysku álopini vóru væl gjøgnumspæld og vóru serliga Maria Weyhe og Siw Matras sera eyðsýndar, Maria við skotum og Siw við gjøgnumbrotsspæli.
Maria Halsdóttir Weyhe var vald til besta leikara hjá Føroyum í dystinum.
Málskjúttar vóru:
Maria Halsdóttir Weyhe 9, Guðrið Poulsen 6, Siw Matras Larsen 5, Kristina Poulsen 4, Tóra Eliasen 3, Jórun Bech Nielsen 1
Annika Fríðheim Petersen var kosin besti leikari í kappingini, Magna Tóradóttir besti høgri vongur og Tóra Eliasen besti verjuleikari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald