Ítróttur

U19-Hondbóltur: Føroyar taptu 26-20 móti Estlandi

...

2015-07-01 21:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF skrivar:

Føroysku U19 menninir taptu fyrra dystin í dag 26-20 fyri Estlandi, eftir 13-8 í hálvleikinum. Føroyska liðið kappast í løtuni um 9-16 í European Open í Gøteborg.

Liðini fylgdust fyrstu løtuna, men dróg Estland frá í seinnu helvt av fyrra hálvleiki. Føroyska liðið byrjaði væl í seinna hálvleiki og komu uppá javnt um miðan seinna hálvleik, men so dróg Estland frá aftur og gjørdist munurin 6 mál at enda við.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Rói Berg Hansen 6
Áki Egilsnes 5
Helgi H. Hoydal 3
Kjartan Johansen 2
Pætur Johansen 1
Rune Olsen 1
Fríði H. Weyhe 1
Pætur Thomsen 1

Moldova vann hon dystin í bólkinum 36-30 móti Georgia. Føroyska liðið skal spæla móti Moldova kl. 16.45 í dag, føroyska tíð. Støðan og úrslitini í bólkinum síggjast her:

http://www.eurohandball.com/???/men/???/round/1/Final+Tournament

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder