Ítróttur

U19-genturnar taptu móti Litava

...

2015-04-18 00:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

U19-landsliðið tapti 33-20 móti Litava í fyrsta dystinum í EM-undankappingini. Hálvleiksstøðan var 14-10 til Litava. Hetta var ikki besti dysturin hjá okkara. Nógvar tekniskar villur og brendir møguleikar.


Litaviska liðið dekkaði til tíðir sera offensivt og funnu okkara seg ikki til rættis við hesum. Litaviska verjan var góð og málverjin stóð væl. Sostatt var munurin áleið hin sami, sum seinast liðini møttust í hesum árganginum. Tá vann Litava 30-20

Føroyar spælir ímóti Kekkia í morgin kl. 12.00. Kekkia tapti í dag 29-18 fyri Noreg, tað skrivar HSF.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder