FSF: Við tveimum góðum langskotum tryggjaði Rumenia sær sigurin ímóti Føroyum. Hóast føroyskt tap, so var talan um ein javnan dyst, men í avgerandi løtum vóru okkara ikki nóg neyvir.
Men føroysku spælararnir iðra seg av álvara um, at góða avrikið í dystinum ímóti Rumenia ikki hevði betri úrslit við sær. Rumenar høvdu yvirvág í spæli, men føroyska liðið var sera væl skipað í verjupartinum og hótti rumenska liðið ferð eftir ferð í skjótálopum. Har afturat høvdu okkara dreingir fleiri góðar deyðbóltsstøður, men bólturin vildi ikki í rumenska málið.
Rumenia legði seg á odda 1-0 beint fyri hálvleik við máli, sum føroyingarnir hildu, at teir kundu vart fyri.
Í seinna hálvleiki høvdu rumenar hug at spæla meira varisliga, og teir tryggjaðu seg við nógvum spælarum aftanfyri bóltin í verjuspælinum. Føroyska liðið hevði meira spæl og kom í fleiri góðar støður, men har seinasti neyvleikin manglaði.
Tá ið Føroyar móti endanum av dystinum flutti meira fólk fram á vøllin og trýsti høgt, avgjørdi Rumenia dystin við góðum skoti úti frá.
Samanumtikið var talan um rættiliga javnan dyst, har føroyska liðið vísti gott verjuspæl, og spældi seg eisini til nakrar vandamiklar støður í skjótálopum.
Næsti dysturin hjá føroyska liðnum verður ímóti Sveis leygarmorgunin klokkan 09:00 føroyska tíð. Í dystinum millum Sveis og Andorra gjørdist úrslitið ein tepur 1-0 sigur til sveisar. Føroyar og Andorra spæla týsdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald