Ítróttur

U19: Føroyar tapti 24-27 móti Hollandi

...

2015-06-30 20:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF skrivar:

Føroyska U19-landsliðið tapti fyri løtu síðani 24-27 fyri Hollandi, eftir 11-14 í hálvleikinum. Talan er um eitt sterkt hollendskt lið, sum bert tapti við einum máli móti Ruslandi í gjár. Støðan var 23-23 seint í seinna hálvleiki, men misnýttu okkara tíverri ov nógv seinastu minuttinar. Hjá Føroyum var málmaðurin Niklas Simonsen sera eyðsýndur, men fingu okkara tíverri alt ov nógva útvísingar ígjøgnum dystin og kostaði hetta nógv.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder