Ítróttur

U18-landsliðið til EM-kapping í Bulgaria

...

2016-08-10 14:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Komandi leygardag ferðast føroyska U18-landsliðið hjá monnum til Varna í Bulgaria, har liðið skal spæla EM-kapping. Mótstøðliðini vera Bulgaria, Turkaland, Luksemburg, Finnland, hareftir ein plaseringsdystur verður.

EHF hevur samtykti í 2013, at skipa EM-ungdómskappingarnar annarleiðis í mun til vanligu undan- og endaspølini. Komandi U18-kappingin er fyrstu ferð EHF roynir nýggja leistin, sum framyvir eisin verður galdandi fyri U20-kappingarnar. Kappingin verður nú skipa í eina A- og eina B-kapping. Liðini, sum eru styrkismett sum 16 tey fremstu spæla eitt A-endaspæl, meðan restin spælir eina B-kapping, sum í hesum førðinum verður leikt í trimum ymiskum londum. 4 tey bestu liðini í B-kappingini rykkja síðani upp í A-kappingina, meðan 4 tey niðastu liðini í A-kappingini rykkja niður, tá tann næsta EM-kappingin verður, tvs. tá hesin árgangurin skal spæla U20-EM-kapping. Hesin leisturin borgar fyri einari meira javnbjóðis kapping, har liðini sleppa at royna seg móti mótstøðuliðum, sum í størri mun eru á sama leikliga støði.

Venjararnir, Ingi Olsen og Hjalmar Klein Olsen, hava úttikið hesar 16 leikarar:

Málverjar:
Hørður Trygvason Flensburg-Handewitt
Uni Petersen Kyndil

??tileikarar:
Vilhelm Poulsen H71
Bartal Klein Olsen Kyndil
Høgni Paulason Zachariassen VÍF
Heini Edvardsson Kyndil
Brandur Halgirsson Flensburg-Handewitt
Tróndur Wardum Kyndil
Jóhan í Garðastovu VÍF
Kaj Johannesen VÍF
Rani Højgaard H71
??lavur av Fløtum Mittún Kyndil
Niklas Højgaard Hanusarson H71
Jóni Guttesen Viderø Kyndil
Jóhan Petur Hentze Kyndil
Jónsvein Dulavík Joensen Neistin

Her er leiksskráin hjá føroyska liðnum:
Mánadagin 15. aug kl. 18.00 Bulgaria ??? Føroyar
Týsdagin 16. aug kl. 17.30 Føroyar ??? Turkaland
Mikudagin 17. aug kl. 15.30 Luksemburg ??? Føroyar
Fríggjadagin 19. aug kl. 15.30 Finnland ??? Føroyar
Sunnudagin 20. aug Plaseringsdystur

Dystirnir kunnu stroymast via hesa leinkjuna:
http://ehf-m18ch.com/en/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder