Ítróttur

U18-kvinnurnar skulu lutaka í European Open í Gøteborg

...

2016-03-04 14:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroysku U18-kvinnurnar skulu lutaka í European Open í Gøteborg 4. ??? 8. juli. Lutakasti var í gjár og eru Føroyar komin í bólk saman við Russlandi, Spania og Kekkia.


Góðu úrslitini hjá hesum árganginum í EM-undankappingini, sum var í Føroyum seinasta vár, gjørdi at Føroyar var styrkismett í bólki 3 av 4, saman við Montenegro, Eysturríki, Póllandi og Sveits. Føroyar var sostatt styrkismett frammanfyri okkara grannar í Íslandi, sum vóru í bólki 4 saman við Finnlandi og Georgia.

Mótstøðuliðini, Russland og Kekkia, eru júst somu liðini, sum vóru í Føroyum og spældu EM-undankapping seinasta vár. Føroyar tapti tepurt fyri Kekkia 25-21 og 23-15 fyri Russlandi, sum endaði við at koma í EM-finaluna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder