Ítróttur

U-18 vunnu bronsu

...

2016-08-21 21:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF skrivar:

Føroysku U18 mennirnir leveraðu ein megnar innsats í bronsudystinum móti Makedonia í dag. Dysturin gjørdist ein sannur gýsari og vunnu okkara 33-32 eftir brotskastkapping. Støðan eftir vanliga leiktíð var 29-29 og hálvleiksstøðan 16-15 til Makedonia.

Føroyska liðið spældi ein góðan fyrra hálvleik, har 5-1 verjan fekk stegða spælinum hjá Makedonum, sum var nógv innyvir vøllin. Liðini fylgdust so at siga allan hálvleikin.

Í seinna hálvleiki mansvardu makedonar Brand Halgirson frá byrjan. Føroyska liðið kláraði tó at hanga í fram til miðjan seinna hálvleik. Tá fóru okkara at gera heldur nógva feilir, brenna møguleika og fingu eisini tvær útvísingar. Makedonia fór framum við tveimum, men megnaðu ikki at rista okkara av. Seinastu 5 minuttirnar var bara eitt mál á muni, men skoraði Bartal Klein Olsen uppá brotskast í seinasta minutti, hareftir at makedonar ikki kláraðu at skora. Uni Petersen kom í føroyska málið tá 10 minuttir vóru eftir og hevði hann tvær týdningarmiklar bjargingar. Hørður Trygvason hevði ein snudd í lærinum og kom hann ikki innaftur.

Reglarnar fyri kappingina søgdu at farast skuldi beint til brotskøst. Okkara mans skoraðu 4 av teirra 5, meðan Uni Petersen tók eitt frá makedonum, samstundis sum eitt av teirra fór á stongina.

33-32 eftir brotskast kapping. 29-29, eftir 15-16 í hálvleikinum

Dagsin leikari var valdur høgri vongurin hjá Føroyum Tróndur Wardum

Málskjúttar:
Tróndur Wardum 8 (1), ??lavur av Fløtum Mittún 6, Bartal Klein Olsen 7 (4), Rani Højgaard 5 (1), Brandur Halgirson 3, Jónsvein Dulavík Joensen 2, Kaj Johannesen 1, Jóni Guttesen Viderø 1 (1)

Málverjar:
Hørður Trygvason 27 %
Uni Petersen 25%

??rslit og støður í kappingin síggjast her
http://www.eurohandball.com/???/men/???/round/1/Championship+BUL

Meira her:
http://ehf-m18ch.com

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder