Ítróttur

U18 kvinnulandsliðið til European Open úttikið

...

2016-06-24 13:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv

U18 kvinnulandsliðið til European Open úttikið

Føroyska U18 kvinnulandsliðið luttekur dagarnar 4. ??? 8. juli 2016 í stóru kappingini European Open í Gøteborg í Svøríki.

Føroyar eru í bólki 2 saman við so mætum hondbóltstjóðum sum Russlandi, Spania og Kekkia. Tilsamans 18 lond luttaka í kappingini, sum annaðhvørt ár er fyri U19 manslandslið og annaðhvørt ár fyri U18 kvinnulandslið. Hetta er fjórða árið á rað at Føroyar luttaka.

Venjararnir Bárður Johannessen og Julian Johansen hava tikið hesar 16 leikararnar út til kappingina

Annika Fríheim Petersen, GOG

Vár Højgaard Thomsen, Kyndil

Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Neistin

Marianna Geirsdóttir Eystberg, Kyndil

Naja Topholm Thomsen, Esbjerg

Fríða á Dunga, Oure

Rannvá Dahl Hanusson, Neistin

Súna Krossteig Hansen, Kyndil

Ingunn Kristina Persson, Neistin

Siw Matras, TMS Ringsted

Maria Halsdóttir Weyhe, H71

Beinta Bárðardóttir, Kyndil

Lea Durhuus, Kyndil

Tóra Eliasen, Stjørnan

Magna Tórðardóttir, Kyndil

Drós Ragnarsdóttir, Neistin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder