Ítróttur

U18: Greiður sigur á Finnlandi

...

2016-08-19 18:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Við einari framúr byrjan, har Føroyar var á odda 9-1 eftir 13 minuttir, vóru lunnar lagdir undir sigurin á Finnlandi í dag. ??rslitið gjørdist 30-25, eftir 18-10 í hálvleikinum. Okkara dreingir høvdu fyrireikað seg væl uppá finska álopið og høvdu finnar sera trupult við at koma til málmøguleikar.


Føroyska liðið byrjaði seinna hálvleik heldur illa og fingu bert trý mál fyrstu 13 minuttirnar ??? ov nógvir møguleikar vóru brendir og verjan haltaði. Finnar vunnu seg upp á 16-21, men nærri enn 5 mál komu teir ikki, hóast teir royndu seg við mansverju av Bartal og Brandi og 7-mans álopi.

Heini Edvardson fekk tíverri reytt kort í seinna hálvleiki, tá hann koma at taka í armin á fríum leikara. Hann verður helst leikbannaður til næsta dyst. Føroyska liðið spældi sum heild ein fínan dyst, við færri tekniskum villum og hægri skoringsprosenti í mun til undanfarnu dystirnar í kappingini. Føroyar hevur frí í morgin, meðan hini liðini spæla sínar seinastu dystir í bólkaspælinum. Føroyar kann enda sum nummar 2 ella 3 í bólkinum alt eftir úrslitinum í morgin.

Støður og alt um kappingina sæst her:
http://ehf-m18ch.com/en/

Dagsins leikari hjá Føroyum var valdur topskjúttin Brandur Halgirson.

Málskjúttar:
Brandur Halgirson 11, Jóni Guttesen Viderø 4, Bartal Klein Olsen 4 (3), ??lavur av Fløtum Mittún 4, Johan í Garðastovu 2, Niklas Højgaard Hanusarson 2, Tróndur Wardum 1, Høgni Paulason Zachariasen 1, Hørður Trygvason 1

Málverjar:
Hørður Trygvason 28 %
Uni Petersen 15%

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder