U18-manslandsliðið tapti fyrsta dystin í EM-kappingini í Varna, Bulgaria. Føroyska liðið tapti tepurt 20-19 móti vertstjóðini Bulgaria. Hálvleiksstøðan var 10-8 til Bulgaria. Talan var um ein dyst, har føroyska liðið gjørdi alt ov nógva tekniskar villur, hartil ov nógv brend skot.
Føroyska liðið byrjaði trilvandi, men megnaði at hanga í bulgarska liðnum allan fyrra hálvleik. Okkara byrjaðu seinna hálvleik við at brenna tvey skot, men fingu síðani glið á eina løtu og komu Føroyar framum 12 minuttir inn í seinna hálvleik. Okkara mist tó aftur takið aftur og máttu berjast restina av dystinum fyri at vinna 1-2-máls leiðsluna hjá bulgarunum aftur. Føroyska liðið hevði bóltin í álopi, tá hálvur minuttur var eftir og støðan var 19-18 til bulgaria, men vit tveittu bóltin burtur og so var dysturin rokin, hóast bæði liðini skoraðu eftir hetta.
Talan var sum heild um ein dyst, har bulgararnir høvdu meira fysikk. Okkara høvdu tó eina hampuliga góða verju, men høvdu størri trupulleikar í álopinum. Rytma koma ongantíð veruliga í spæli og yvirtalsspæli riggaði ikki nóg væl. Venjararnir vóru leitandi í uppstillingini og royndu fleiri leikarar í ymsum uppstillingum, men eingin varandi loysn var funnin. Mest avgerandi fyri dystin var, at føroyska liðið gjørdu alt, alt ov nógvar tekniskar villur, heili 18 í tali og tá er trupult at vinna ein hondbóltsdyst.
Dagsins maður hjá Føroyum var valdur, málverjin, Hørður Trygvason, sum hevði eitt bjargingarprosent á 39%. Eisini spældi Kaj Johannesen ein góðan dyst við at skjóta 6 mál í 6 royndum í teimum umleið 20 minuttunum hann leikti.
Føroyska liðið spælir í morgin móti Turkalandi, sum vann 31-24 móti Luksemburg í dag. Dysturin byrjar kl. 17.30 føroyska tíð og verður stroymaður her:
http://ehf-m18ch.com/en/
Myndir, úrslit og støður frá kappingin síggjast her:
http://ehf-m18ch.com/en/
Málskjúttar:
Kaj Johannesen 6, Jónsvein Dulavík Joensen 3 (1), ??lavur av Fløtum Mittún 2, Johan Petur Hentze 2, Niklas Højgaard Hanusarson 2, Tróndur Wardum 1, Brandur Halgirson 1, Bartal Klein Olsen 1 (1), Johan í Garðastovu 1 (1)
Málverji:
Hørður Trygvason 39 %
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald