Í næsta dystinum í UEFA menningarkappingini í Lettlandi eydnaðist føroyska U18-landsliðnum við gentum at vinna 3-2 á vertslandinum
- ??rslitið kundi lættliga verið 7-1 til okkum ístaðin. Vit vóru betri enn Lettland, og vit spældu okkum til nógvar heilt stórar møgulleikar, men neyvleikin var ikki so góður í dag.
- Vit høvdu tó fullkomiliga kontrol á støðuni, líka til dómarin gav teimum tvey brotsspørk seinastu tríggjar minuttirnar. Tíbetur bjargaði Andrea tí seinna, og so stóðu vit eftir sum vinnarar, sigur ein væl nøgdur John Petersen, venjari.
Føroyar vunnu seinna dystinum í UEFA menningarkappingini fyri U18-landslið við gentum, sum farnu dagarnar hevur verið í Riga í Lettlandi.
Í fyrsta dystinum, sum varð spældur sunnudagin, taptu okkara gentur tepurt fyri Turkalandi. Men mánadagin hilnaðist betri, tá føroyska liðið royndi seg ímóti vertslandinum, Lettlandi. ??rslitið gjørdist 3-2 til Føroyar.
Sonja Dalsgaard legði Føroyar á odda 1-0 og 2-0, áðrenn Lettlandi minkaði um munin. 2-1 var eisini støðan í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki økti Julia Mortensen til 3-1, men stutt fyri leiklok minkaðu lettisku genturnar við brotssparki til 3-2.
Heilt ímóti endanum var nær við, at Lettland fór at stjala føroyska sigurin, tá dómarin aftur floytaði fyri brotssparki. Men málverjin, Andrea Hoydal, sum eisini varð kosin til dagsins spælarar, bjargaði meistarliga.
- Hesar báðar dystirnar hava vit brúkt alt fólkið á ymiskum plássum. Eingin hevur spælt meira enn 120 minuttir, og eingin hevur spælt minni enn 40 minuttir, júst sum UEFA vil tað. Eisini fingu allar 18 genturnar loyvi til at verða í byrjunarliðnum annan dystin, so eg haldi, at tær allar eru eitt upplivilsi ríkari, umframt at vit í venjarahópinum eru blivin nógv klókari upp á nógv viðurskiftir, sigur John Petersen at enda við heimasíðuna hjá FSF.
Føroyska ferðalagið kemur heim aftur týsdagin.
Aftaná dystin var føroyski málverjin, Andrea Højsted vald til dagsins spælara - Mynd: Trygvi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald