Ítróttur

U18 Gentur: Taptu 4-3 fyri Turkalandi

...

2017-07-03 07:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Føroyska U18-landsliðið við gentum tapti fyrsta dystin í menningarkappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Lettlandi. ??rsltið gjørdist 4-3 til Turkaland.

- Genturnar stríddust sera væl allan dystin, og høvdu helst uppiborið stig. Men mótstøðuliðið var gott, og gjørdu eisini ímóti reglunum hjá UEFA viðvíkjandi spælitíð til allar ??? hetta fyri at vinna dystin. Eg eri nøgdur við avrikið, men ikki úrslitið, sigur John Petersen, venjari.

 

Turkaland var fyrsta avbjóðingin hjá føroyska U18-landsliðnum við gentum, sum í hesum døgum tekur lut í UEFA menningarkapping í Riga í Lettlandi. Og føroyska liðið kom eisini væl frá byrjan, og longu tá fyrri hálvleikur var lítið meir enn hálvrunnin var støðan 3-0 til Føroyar. Men tá avtornaði fóru tær turkisku avstað við øllum. ??rslitið gjørdist 4-3 til Turkaland.

 

Tá 13 minuttir vóru spældir legði Rebekka Danielsen Føroyar á odda, og lítla løtu seinni økti Jensa Tórolvsdóttir til 2-0, áðrenn Kristin Højsted í 23. minutti skoraði til 3-0. Turkalandi eydnaðist tó at minka um munin við brotssparki beint fyri steðgin.

 

- Vit spældu ein góðan fyrra hálvleik, har allar avtalur verða hildnar, og genturnar eru sera effektivar framman fyri málinum. Dagsins spælari hjá okkum, Randi á Bergi, er eisini viðvirkandi til, at vit eru á odda 3-1. Í seinna hálvleiki gera vit fleiri mistøk, kanska orsaka av møði ??? og tíverri fáa turkar trý mál afturat, sigur John Petersen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Næsti dystur hjá føroyska U18-landsliðnum verður mánadagin, tá Lettlandi er mótstøðuliðið. Ferðalagið kemur aftur til Føroyar týsdagin.

 

Føroyska liðið byrjaði soleiðis

Randi á Bergi (G), Poula Andreasen, Jensa Tórolvsdóttir, Sara S. Lamhauge, Julia N. Mortensen (C), Kristin Højsted, Hanna K. Poulsen, Julia Helena Henriksen, Rebekka K. Olsen, Rebekka E. Danielsen og Sanna Jacobsen.

 

Í seinna hálvleiki komu hesar á vøllin

Ása S. Carlsen, Bjarta Djurhuus, Rúna Olsen, Sólva Strøm Olsen, Andrea Hoydal (G), Rebekka Gjógvará og Sonja Dalsgaard.

 

Aftaná dystin var føroyski málverjin, Randi á Bergi kosin til dagsins spælara - Mynd: Trygvi Mortensen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder