??rslitini í U18 EM-kappingini í Varna í dag háttaðu seg soleiðis, at Føroyar blivu nr. 2 í sínum bólki. Føroyska liðið hevði frí í dag og stórur spenningur var um úrslitini í hinum dystunum í dag, tí Føroyar kundi enda nr. 2, 3 ella 4.
Finnland tapti 29-23 fyri Turkalandi og Luksemburg vann 29-27 á Bulgaria. Hetta vóru júst úrslitini føroyska liðið hevði brúk fyri og endaðu okkara sostatt nr. 2. Hetta hevur við sær, at Føroyar skal spæla um triðja pláss í morgin móti nr. 2 í hinum bólkinum, sum hevur spælt í Kamchia - einum øðrum býi í Bulgaria.
Hetta er fyrstu ferð EHF roynir nýggja kappingarleistin, har liðini leika í "deildum". Liðini, sum eru styrkismett millum 16 tey bestu spæla um EM í Kroatia. Restin av liðunum kappast um at flyta upp millum 16 tey bestu, tá hesin árgangur er blivin til U20. 4 pláss eru at kappast um og spæla 11 lið í Bulgaria, 8 í Litava og 8 í Georgia um hesi plássini. Føroyar verða ikki millum tey ovastu 4 tilsamans, men hevur endaliga støðan nógv at siga í mun til styrkismeting til næstu U18 og U20 kapping.
??rslit og støður síggjast her:
http://www.eurohandball.com/???/men/???/round/1/Championship+BUL
Dysturin um triðjaplássið byrjar kl. 15.00 í morgin og verður stroymaður her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald