Áki Johansen og Pól F. Joensen, landsliðsvenjarar, hava úttikið føroyska U17-hópin við dreingjum, sum seinni í summar fer til NM-kapping í Svøríki.
Í døgunum 2. til 10. august skal føroyska U17-landsliðið við dreingjum taka lut í árligu Norðurlandameistarakappingini fyri U16-landslið.
Umframt Føroyar og Svøríki, sum er vertstjóð, verða Ísland, Norra, Finnland, Danmark og gestalondini USA og Pólland, eisini við í kappingini.
Fyrsti dysturin hjá føroyska liðnum verður mánadagin 3. august kl. 19.00, tá okkara skulu royna seg ímóti USA. Dagin eftir verður Svøríki mótstøðuliðið, meðan triðji dystur í bólkaspælinum verður hósdagin 6. august kl. 18:00, tá føroyska liðið skal royna seg ímóti Íslandi.
Leygardagin 8. august verða plaseringsdystirnir á skránni. Føroyska ferðalagið verður aftur í Føroyum sunnudagin 9. august.
Teir 18, ið Áki Johansen og Pól F. Joensen, landsliðsvenjarar, hava úttikið til NM 2015, eru hesir:
Málverjar
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Rói Mørk Hentze, B36
Verjuleikarar
Sjúrður Pauli Chin Nielsen, NSÍ
Kristian Michelsen, TB
Fróði Pætursson Rasmussen, B36
Mikal á Reynatrøð , Víkingur
Petur í Túni, Víkingur
Aron Knudsen, NSÍ
Miðvallarar
Svein Knút Magnussen, Vejle BK (DEN)
Mórits Heini Mortensen, NSÍ
Magnus Holm Jacobsen, B36
Arnbjørn Svensson Víkingur
Hannes Agnarsson, B36
Aksel Danielsen KÍ
Framherjar
Niklas Kruse, EB/Streymur
Albert Teis Nielsen, B1908 (DEN)
Hans Jákup Annfinsson, HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald