Vinna

U17-landsliðið úttikið

...

2019-05-22 12:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í juli skal U17-landsliðið við monnum taka lut í European Open í Gøteborg í Svøríki. Føroyar eru í bólki við Noreg, Spania, Ísrael, Estlandi og Georgia.

Hetta verður fyrstu ferð, at føroysku leikararnir, sum eru føddir í 2002 og seinni, skulu vera við í eini altjóða kapping.

Tað serstaka við hesum aldursbólki er, at 12 av 16 leikarum ganga á hondbóltsakademiium uttanlands.

Kappingin í Gøteborg er í døgunum 1. til 5. juli.

Venjararnir, Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher, hava úttikið sekstan leikarar til uppgávuna.

LandsliðshópurinMálverjar:
Pauli Jacobsen, Skanderborg
Brandur Silvurstein, Skjern

Vinstri vongur:
Baldur Gillason, Skjern
Janus Dam Djurhuus, Skjern
Kristoffur Bjørgvin, Oure

Høgri vongur:
Bogi Hansen, Skjern
Hákun West av Teigum, Skanderborg

Vinstri bakkur:
Pauli Mittún, Skjern
Ovi Lutzen, Kyndil

Spæliskiparar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu, Skanderborg
Rói Ellefsen á Skipagøtu, Ikast/KFUM

Høgri bakkur:
Brian Slyne, Skjern
Sveinur Olafsson, H71

Strikuleikarar:
Ragnar Karlsson, Oure
Viktor Gaini, VIES
Sakir Frýdal, H71

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder