Ítróttur

U17-kvinnur: Betri avrik í gjár

...

2017-08-05 11:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroysku U17 kvinnurnar leiktu sín greitt besta dyst í EM-kappingini í Makedonia í gjár. Hóast hetta, endaði dysturin móti vertunum úr Makedonia við tapi 24-20, eftir 14-12 í hálvleikinum. Liðini fylgdust so at siga allan dystin, og tað var ikki fyrr enn seinastu 10 minuttirnar at tað skrædnaði hjá okkara. Kvinnurnar vístu annars góðan geist, vilja og áræði.

Eftir dystin var Maria Halsdóttir Weyhe kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Maria var eisini toppskjútti við 8 málum.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Maria Halsdóttir Weyhe 8
Eva Barba Arge 4
Súna Krossteig Hansen 2
Lív Poulsen 2
Hjørdis Viðsrein 1
Ingibjørg Olsen 1
Ingunn Kristina Persson 1
Marita Mortensen 1

Føroysku kvinnurnar hava frí í dag og skulu spæla um 7. pláss í kappingini sunnudagin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder