Føroyska ferðalagið skuldi eftir ætlan koma til Kýpros sunnudagin. Men nú er greitt, at ikki fyrr enn týsdagin koma dreingirnir upp á pláss, og longu mikudagin er fyrsti dysturin á skránni.
- Hetta kemur sjálvandi ikki væl við, men vit fáa ikki gjørt so nógv við støðuna. Alt, sum kundi ganga galið, er gingið galið, sigur Áki Johansen, ið saman við Pól F. Joensen stendur á odda fyri U17-landsliðnum við dreingjum.
Fyrireikingarnar hjá U17-dreingjunum, sum mikudagin skulu spæla fyrsta dystin í næsta innleiðandi umfarinum í EM-undankappingini (??rvalskapping/Elite Round), hava fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin.
Eftir ætlan skuldi føroyska ferðalagið koma til Kýpros seinnapartin sunnudagin. Men vindur og ???sandstormur??? í Larnaca á Kýpros hevði við sær, at flogfarið hjá Austrian Airlines ikki fekk loyvi at seta seg, og tískil mátti venda aftur til Wien í Eysturríki. Og nú er greitt, at ikki fyrr enn týsdagin sleppur føroyska ferðalagið aftur á flog, við kós ímóti Kýpros.
- Vit valdu at fara avstað í góðari tíð, so vit kundu fyrireika okkum so væl sum tilber, men nú mugu vit leggja aðrar ætlanir. Nú ræður eisini um, at vit ikki brúka ov nógva negativa orku upp á hetta, men heldur taka tað sum eina avbjóðing, og skulu royna at fáa okkurt positivt burtur úr hesum, sigur Áki Johansen við heimasíðuna hjá FSF.
Fyrsti dystur í kappingini skal spælast mikudagin. Umframt Føroyar og Kýpros, eru Írland og Slovakia eisini við í kappingini. Vinnarin í bólkinum fer beinleiðis víðari til EM-endaspælið sum verður í Kroatia í summar. Harafturat sleppa sjey teir bestu 2???ararnir í teimum átta bólkunum eisini við til endaspælið.
U17-dreingirnir á hotellinum, ið liggur tætt upp at flogvøllinum í Wien í Eysturríki - Mynd: Hans Erik Danielsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald