U17 liðini í flogbólti eru komin til Kettering í Onglandi at kappast í árligu nevza-kappingini. Við í kappingini hesaferð eru 7 lond - Ongland, Finland, Svøríki, Noreg, Danmark, Ísland og Føroyar.
Føroysku genturnar eru komnar í bólk við Finlandi og Íslandi. Dreingirnir eru í bólki við Svøríki, Danmark og Íslandi.
Kappingin byrjaði í kvøld, hóskvøldið og U17 dreingirnir hjá Føroyum skuldu longu í fyrsta dystinum royna seg. Mótstøðuliðið var Svøríki.
Leygardagin og sunnudagin verða so fjórðings-, hálv- og finaluumfør umframt allir plaseringsdystirnir.
Til ber at stroyma nakrar av dystnum. Leinkja til hetta er at finna á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum fbf.fo, har úrslit og annað eisini er at síggja.
Føroyska ferðalagið er aftur í Føroyum mánadagin 2. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald