Ítróttur

U17 landsliðið hjá gentum úttikið

...

2015-10-21 18:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Romica ??ster, venjari hjá U17 landsliðnum hjá gentum, hevur nú tikið teir leikararnar út, sum skulu umboða Føroyar í NEVZA-kappinginin í Kettering í Onglandi.

Venjarin hevur tikið úr 12 leikarar úr fýra ymiskum feløgum, og eru tær hesar:

Anna Sunadóttir Hansen, Jórun Elisdóttir Wang, Bettieyð Ellingsgaard og Petra Sunadóttir Hansen úr Drátti, Katla Henriksen, Eyðvør Tórbjørnsdóttir Poulsen og Sissal Ellefsdóttir úr SÍ, Sharon Thora Haynes Holm, Sofía Maria Ferjá og Rebekka Nielsen úr TB og Kristina Knudsen og Anna Magnusdóttir Gøthe úr Fleyr.

U17 genturnar fara úr Føroyum mikudagin 28. oktober og eru aftur í Føroyum 2. november. Kappingin, sum verður hildin í flogbóltsmiðdeplinum hjá enska flogbóltssambandinum í Kettering við Birmingham, verður í døgunum 29. oktober til 1. november.

Tað eru sjey lið við í kappingini og eru Føroyar endaðar í bólki tvey, saman við Finlandi og Íslandi. Í hinum bólkinum eru Svøríki, Danmark, Ongland og Noreg.

Føroysku genturnar hava nógv at liva upp til, tí tá U17 liðini kappaðust seinast, gjørdust Føroyar nummar fýra.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder