U17 Dreingir: Meinhard Olsen gjørdi einsamalla málið í dystinum, tá føroyska U17-landsliðið við dreingjum vann 1-0 á San Marino.
Tað gjørdist til ein tepran, men fult uppibornan 1-0 sigur á San Marino, tá føroyska U17-landsliðið við dreingjum spældi seinasta dystin í EM-undankappingini, ið seinastu dagarnar hevur verið í Tblisi í Georgia.
Føroyska liðið var sum heild betri allan dystin, men leingi sá út til, at dysturin fór at enda við málleysum javnleiki. Ikki fyrr enn fýra minuttir vóru eftir at spæla, eydnaðist tað Føroyum at fáa avgerandi málið, sum Meinhard Olsen skoraði í 76. minutti.
Í hinum dystinum í EM-undankappingarbólki 11 vann Holland 1-0 á vertstjóðini Georgia.
Endaliga støðan í bólkinum gjørdist, at Holland, ið hevur vunnið europameistaraheitið fyri U17-landslið seinastu tvey árini, vann bólkin við fullum stigatali. Nummar tvey bleiv Georgia við 6 stigum, meðan føroyska U17-landsliðið endaði á 3. plássi við trimum stigum. Aftast í bólkinum gjørdist San Marino við ongum stigi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald