Ítróttur

U17 EM-undankapping

...

2014-09-24 21:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 13 í morgin verður farið undir EM-undankapping fyri U17-gentulandslið í Føroyum. Luttakandi londini eru Italia, Grikkaland, Noreg og Føroyar. Fyrsti dysturin verður leiktur á Tórsvølli klokkan 13 hósdagin, tá ið Føroyar og Italia hittast. Tað er ókeypis atgongd, og vónandi møta fólk fjølment at stuðla okkara gentum.

Dystarskráin fyri kappingina er annars hendan:

25/9

Kl. 13.00 Italia - Føroyar - á Tórsvølli
Kl. 18.00 Noreg - Grikkaland - á Tórsvølli

27/9

Kl. 13.00 Noreg - Føroyar - á Tòrsvølli
Kl. 18.00 Grikkaland - Italia - á Tórsvølli

30/9
Kl. 15.00 Føroyar - Grikkaland - á Svangaskarði
Kl. 15.00 Italia - Noreg - á Tórsvølli

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder