Ítróttur

U17 dreingirnir væl við

...

2015-10-30 17:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Svøríki ??? Føroyar 3-0 (25-18, 25-21, 25-16)

Fyrstu dystirnir í Nevza-kappingini eru leiktir. Føroysku dreingirnir møttu í fyrsta dystinum Svøríki, sum hevur góð úrslit at vísa á.

Dysturin kann býtast í tvey. Tær løturnar, tá ið føroyska spælið var á høgum støði, og tær løturnar, tá ið føroyska liðið rakti botnin. Hesar báðar støðurnar vóru í hvørjum setti.

Nógvar góðar løtur

Føroysku dreingirnir høvdu í fyrsta setti sera gott tak á Svøríki. Har var í grunini eingin munur, tí servur, móttøka, smash og blokkur riggaðu væl hjá báðum liðum. So statt var talan um flogbólt á høgum støði. Tupulleikin var bara, at føroysku dreingirnir megnaðu ikki at halda góða spælinum uppi nóg leingi til at vinna settið. Teir mistu ov nógvar bóltar á gangin, tá ið spælið ikki vildi rigga, og tað kostar ímóti liðum sum Svøríki, sum hava sera støðugt gott spæl.

Gongdin í øðrum setti minti nógv um fyrsta sett, har føroyska liðið tók eina trygga leiðslu fyrst í settinum fyri síðan at missa alt á gólvið mitt í settinum. Tað sá út til at enda við avsmurningi, men við helst bestu løtuni í dystinum bardi føroyska liðið seg næsta upp á javnt aftur síðst í settinum. Hesa løtuna hevði føroyska liðið Svøríki rættiliga á knøunum, og dysturin var um at koppa til Føroyar. Svøríki er tó ikki fleirfaldur Nevza-meistari fyri einki. Liðið er væl samanspælt og hevur einstaklingarnar, ið kunnu avgera. Og tað gjørdu teir.

Móttøkan er trupulleikin

Í trðja setti løgdu dreinginrnri harðliga fyri, men so steðgaði fullkomuliga upp, og sviar vóru lang frmmanfyri, og lagið var vánaligt í føroysku leguni. Gjøgnumgangandi trupulleikin við móttøkuni var serliga stórur í 3. setti, og gloppið upp til Svøríki gjørdist ov stórt at taka inn aftur. Føroysku dreingirnir vunnu tó síðst í settinum fleiri bóltar á rað og pyntaðu nakað um úrslitið.

Móttøkan má og skal gerast betri næstu dystirnar, tí tær løturnar, tá ið móttøkan gekk væl, spældi liðið fult upp til Svøríki.

Næsti dysturin hjá dreingjunum er ímóti Danmark fríggjadagin kl. 12.00.

Dagsins leikari hjá Føroyum: Gudmund V. Larsen, hevari

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder