Ítróttur

U17 Dreingir: Taptu 4-0 fyri Hollandi

...

2013-10-18 00:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

U17-landsliðið við dreingjum tapti fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum verður spæld í Georgia. ??rslitið gjørdist 4-0 til Holland.

Føroyska U17-landsliðið við dreingjum fekk eina heldur keðiliga byrjan uppá EM-undankappingina, sum í hesum døgum verður spæld í Tblisi í Georgia.

Í fyrsta dystinum skuldu føroysku dreingirnir royna seg ímóti Hollandi, ið verður mett at vera sterkasta landið, av teimum trimum londunum, ið Føroyar skulu spæla ímóti í hesari undankapping.

??rslitið gjørdist 4-0 til Holland, eftir at hollendarar vóru frammanfyri við tveimum málum í steðginum.

Næsti dystur hjá okkara dreingjum verður leygardagin, tá Føroyar og Georgia møtast. Fyrr í dag vunnu georgisku vertirnir 3-1 ímóti San Marino.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder