Ítróttur

U16 taptu finaluna eftir brotsparkskapping

...

2016-07-24 12:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 07Vestur skrivar:

U16 liðið hjá 07 Vestur hevur júst leikt finaluna í Rey Cup móti ÍA, men eftir 0-0 í vanligari leiktíð, var farið til brotsparkskapping, sum vit taptu.


Finalan var sera spennandi og jøvn, kanska við lítlari yvirvág til ÍA í byrjanini av øðrum hálvleiki. Vit stóðu tó væl, men megnaðu ikki at skora. Eftir tvær ferðir 25 minuttir stóð so 0-0. Síðani var farið beinleiðis til brotsparkskapping, tvær ferðir 3 skot. Vit brendu tíverri triðja skotið, meðan ÍA skoraðu øll síni. Tískil taptu vit 3-2.

Vit vunnu annars semifinaluna rættiliga sannførandi, 2-0 móti Breiðablik eftir at vit endaðu nummar 2 í bólkaspælinum, aftanfyri júst ÍA, sum vit so endaðu við at spæla finalu móti.

Í bólkaspælinum spældu vit 4 dystir, vunnu teir tríggjar, men taptu heilt 6-2 móti finalustunum úr ÍA. ??rslitini í bólkaspælinum vóru hesi:

Keflavík - 07 Vestur 0-1
ÍA - 07 Vestur 6-2
07 Vestur - Stjnan 1-0
07 Vestur - Breiðablik 2-1

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder