Ítróttur

U16 leikarin hevur tað eftir umstøðunum gott

...

2015-08-16 03:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur skrivar: Eftir dramatisku hendingina í Klaksvík í dag, hevur nevndin í 07Vestur havt samband við familjuna hjá U16 leikaranum, ið upplýsti at leikarin eftir umstøðunum hevur tað gott.

Leikarin er innlagdur á Landssúkrahúsinum til nærri kanningar. Enn ber tó ikki til at siga hvør orsøkin var til tilburðin.

07Vestur vil takka liðleiðarunum hjá 07Vestur, ið bóru seg so skjótt at og veittu fyrstuhjálp á staðnum, eins og ein stór tøkk verður send norður til Klaksvíkar fyri teirra skjótu og munagóðu hjálp, bæði undir sjálvum tilburðinum og ikki minst eftirfylgjandi fyri sálarliga fyrstuhjálp og mat.

Hóast fótbólturin hevur stóran týdning hjá fleiri av okkum, so missir fótbólturin sín týdning í løtum, sum hesari í dag.

Tankar og bønir okkara eru hjá U16 leikarunum og familju hansara, við ynski um skjótan og góðan bata.

Nevndin

Les eisini: 07 Vestur leikari small um.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder